Uttanlands

Nú fara norðmenn undir at bora skipatunnilin

Stad skipstunnel skal tryggja skipaferðsluna á Vestlandet

2020-12-02 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Semjan um fíggjarlóg fyri komandi ár, sum fyrr í vikuni var gjørd í norska stórtinginum, ber í sær, at norðmenn nú fara undir at bora heimsins fyrsta tunnil til skipaferðslu á Vesturlandinum.

Tað var Fremskrittspartiet, sum tryggjaði, at 75 milliónir krónur vórðu settar av á fíggjarlógini fyri 2021 til at fara undir Stad skipstunnel í komandi ári.

Talan hevur leingi verið um at bora ein tunnil ígjøgnum nesið ella hálvoynna, sum eitur Stadlandet. Tað verður ein stórur lætti hjá skipaferðsluni at sleppa undan at sigla út um hetta nesið og út í Stadhavet, sum ofta kann vera baldrut.

Tá siglt verður fram við norsku strondini, er leiðin ofta innanskers. Men fyri at koma um Stadlandet, má skipaferðslan út á opið hav, og tað verður ikki mett at vera so trygt.

Eisini alifyritøkan Mowi fegnast um, at hesin tunnilin nú kemur. Bátarnir hjá Mowi skulu ofta um nesið fyri at flyta fisk til sláturvirkið í Eggesbønes, og oftani er ikki siglandi fyri veður.

Tilsamans verður roknað við, at tunnilin fer at kosta 2,7 milliardir norskar krónur. Talan verður um ein tunnil, sum er 1,7 kilometrar langur, 37 metrar høgur og 36 metrar breiður.

- Tunnilin verður gjørdur fyri at fáa tryggari skipaferðslu í økinum, sigur André Njålstad, tinglimur fyri Fremskrittspartiet, sum eisini roknar við, at tunnilin fær týdning fyri ferðavinnuna í økinum, eins og landslutirnir Sunnmøre og Vestlandet verða knýttir tættari saman.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder