Uttanlands

Nú fara tey at finna orsøkina til eldin

Handverkarar verða avhoyrdir

Inngangurin til Notre Dame (Mynd: Ritzau Scanpix)

Inngangurin til Notre Dame (Mynd: Ritzau Scanpix)

2019-04-16 09:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ákæruvaldið í Paris segði við CNN í morgun, at nú byrjar arbeiðið at finna orsøkin til eldin, sum herjaði Notre Dame dómkirkjuna í gjár og í nátt.

Ákæruvaldið sigur, at kanningarfólk eru byrjaði at avhoyra handverkarar, sum arbeiddu við at bøta um kirkjuna, áðrenn eldur kom í.

Enn er óvist, um handverkararnir eiga nakran lut í at eldur kom í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder