Innanlands

Nú fer at bera til at lesa verkfrøði á Náttúruvísindadeildini

Bachelortútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing - hetta fyri at tryggja at ein er til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving

2021-05-18 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fróðskaparsetrið bjóðar nú eina nýggja bachelorútbúgving út, har lesandi fáa grundleggjandi praktiskan førleika til og vitan um verkfrøði, so tey eftir lokið prógv eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum.

Útbúgvingin fer í gongd eftir summarferiuna. Heimasíðan setur.fo skrivar, at útbúgvingin í verkfrøði tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni. 

- Starvsvenjing er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin á Náttúruvísindadeildini er skipað soleiðis, at næmingurin aftaná á tvey tey fyrstu árini kann velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.

Endað verður við einari bachelorverkætlan, har ein fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, sum frálæra hevur verið um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin kann til dæmis gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har ein var í starvsvenjinging.

Stórur dentur verður lagdur á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.

Umsóknarfrestin til nýggju útbúgvingina er 1. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder