2019-09-13 11:21
Formaðurin í Sambandsflokkurin fer nú aðra leið í roynd síni at skipa samgongu.
Á fundi við løgtingsformannin klokkan 11 boðaði hann frá, at núverandi royndin við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum ikki bar á mál.
Men hann hevur fingið freist til klokkan 13 at vita, um møguleiki er at skipa samgongu har ein ella fleiri av flokkunum í undanfarnu samgongu eru við.
- Eg havi kalla teir til fundar, nú fáa vit at síggja um teir eru sinnaðir at samráðast, segði Bárður á Steig Nielsen áðrenn hann fór oman á Gamla Apotek har umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava sitið klár og bíðað eftir fundarboðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald