Innanlands

Nú fer bussleiðin í Havn at koyra fleiri túrar

Frá í dag koyrir bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu fleiri túrar longur út á dagin

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-06-24 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag fer bussleiðin í Tórshavnar kommunu at koyra fleiri túrar.

Skal bussleiðin veruliga gerast eitt val í mun til bilin, má bussleiðin koyra fleiri túrar longur út á dagin, serliga um kvøldið og í vikuskiftinum, sigur Tórshavnar kommuna.

Skotið varð herfyri upp, at Bussleiðin fær tvær milliónir krónur eyka at koyra fyri restina av 2024.  Umsitingin hjá kommununi hevur kannað, hvar hesin peningurin kemur at gagna flest brúkarum, og tað er leið 1, sum er nógv mest brúkta farleiðin hjá bussleiðini.

Leiðin gongur frá Hamrinum á Argjum, gjøgnum býin, niðan í Hoyvík og Inn á Gøtu, og út aftur til Hamaran. Leiðin koyrir framvið Landssjúkrahúsinum, skúlum, kirkjum, samkomuhúsum og ítróttaøkjum, og tí er besta loysnin at seta fleiri eykatúrar inn á hesa leiðina, bæði gerandisdagar, leygardag og sunnudag, skrivar kommunan.

Mánadag til fríggjadag fer Leið 1, sum byrjar á Hamrinum kl. 06:50, nú at koyra ein túr longur út á dagin og endar kl. 17:36, í staðin fyri kl. 16:36. Sum nakað nýtt kemur Leið 1, sum byrjar at koyra kl. 07:35 av Hamrinum, at koyra til kl. 23.21.

Tað vil siga, at tveir bussar koma at koyra á leið 1 um kvøldið, soleiðis at teir koyra hálva hvønn tíma.

Leið 2, sum byrjar av Norðasta Horni kl. 06:45, koyrir ein túr eyka út á dagin og endar at koyra kl. 17:31, í staðin fyri sum nú kl. 16:31.

Leið 4, sum byrjar við Glasir kl. 07:50, koyrir eisini ein túr longur út á dagin og endar at koyra kl. 18:36, í staðin fyri sum nú kl. 17:36.

Leygardagar er tað so, at Leið 1, sum vanliga byrjar kl. 10:05, kemur at byrja ein túr fyrr um morgunin kl. 09:05, koyra ein túr longur um kvøldið og endar at koyra kl. 23:51, í staðin fyri sum nú kl. 22:51.

Sum nakað nýtt, kemur ein bussur afturat at koyra á leið 1 frá kl. 09:35 til kl. 23:21. Hetta merkir, at bussur koyrir tvær ferðir um tíman á leið 1 leygardag, í staðin fyri sum nú eina ferð um tíman.

Leið 2 koyrir ein túr longri um kvøldið og gevst kl. 23:51, í staðin fyri sum nú kl. 22:51.

Leið 3 koyrir ein túr longur um kvøldið og gevst kl. 23:25, í staðin fyri sum nú kl. 22:25.

Sunnudag er tað soleiðis, at Leið 1, leið 2 og leið 3 koyra allar tveir túrar longur út á kvøldið og enda ávíkavist kl. 20:51, kl. 20:51 og kl. 21:25, í staðin fyri sum nú áleið kl. 19:00.

Næstu vikurnar verða allar talvurnar settar upp í býnum. Dagførda ferðaætlanin liggur á torshavn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder