Innanlands

Nú fer Mínlykil í søguna

Samleikin, sum 17.700 føroyingar hava fingið sær, er komin í staðin fyri Mínlykil

(Mynd: Samleikin.fo)

(Mynd: Samleikin.fo)

2021-05-21 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá 1. juli í ár ber ikki longur til at rita inn við Mínlykil. Talgildu Føroyar boða frá, at Mínlykil verður gjørdur óvirkin um ein góðan mánað. Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, og kann nú brúkast á teimum síðum og tænastum, sum higartil hava brúkt Mínlykil.

Harumframt eru fleiri aðrir tænastuveitarar, sum brúka Samleikan sum innritan, og enn fleiri leggjast aftrat.

Seinni í ár fara eisini føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til netbankarnar. Sostatt kanst tú rita inn við Samleikanum til flestu talgildu tænasturnar, siga Talgildu Føroyar.

17.700 føroyingar hava longu fingið sær Samleikan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder