
Tá Norrøna fer av Havnini í kvøld, verður tað seinastu ferð í meira enn tríggjar mánaðir at flaggskipið í flotanum loysir í føroyskum øki.
Leygardagin fer Norrøna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo, og fer aftur í sigling 6. mars.
Skipið fær eitt sonevnt “facelift”, og verður nútímansgjørd og framtíðartryggjað, sigur Smyril Line.
Norrøna kom í føroyska flotan í 2003, og er dagførd í smáum. Nú verður eitt størri arbeiði gjørt. Millum annað er tørvur á fleiri kabinum og betri uttandurafasilitetum. Talið av kabinum verður økt við áleið 50, og á dekk 10 fær skipið eina nýggja cafe við góðum møguleikum at njóta tíðina umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald