Mentan

Nú fer Ólavsøkukórið undir venjing

Sum vant bjóðar Kórsamband Føroya øllum kórsangarum at syngja í Ólavsøkukórinum, og fyrsta venjingin verður mánakvøldið 15. juli

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-08 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum vant bjóðar Kórsamband Føroya øllum kórsangarum at syngja í Ólavsøkukórinum, og kórið fer nú undir venjingar til ólavsøkuna.

Vant verður í læraraskúlahøllini, og fyrsta venjing verður komandi mánakvøld, 15. juli.

Kórleiðari í ár er Leif Hansen. Leif stjórnaði Ólavsøkukórinum í 2011 og 2012 og er til dagliga kórleiðari hjá Havnarkórinum og hjá Nólsoyar sangkóri.

Sangskráin er sum vant samansett av bæði siðbundnum sangum og nýggjari føroyskum kórtónleiki.

Venjingarætlan hjá ólavsøkukórinum 2024 er:
mánakvøldið 15/7 kl 19.00-22.00
hóskvøldið 18/7 kl 19.00-22.00
sunnudagin 21/7 kl 15.00-18.00
mikukvøldið 24/7 kl 19.00-22.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder