Innanlands

Nú fer tað at kosta at koyra gjøgnum tunnilin

Á midnátt fer tað at kosta 75 krónur og meira fyri hvønn bil, sum koyrir ígjøgnum Eysturoyartunnilin

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-10 09:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani Eysturoyartunnilin lat upp um middagsleitið leygardagin 19. desember hevur verið ókeypis at koyrt aftur og fram. Men frá midnátt fer tað at kosta, at koyra í tunlinum.

Tað eru nógv, sum hava gjørt sær dalt av møguleiknum at koyra efitr nýggjastu farleiðini í landinum, sum munandi um teinin, um ein til dømis skal úr Eysturoynni og til Havnar ella umvent. Fleiri enn 15.000 bilar koyrdu ígjøgnum tunnilin fyrsta dagin, og nú gerandisdagurin er byrjaður aftur koyra yvir 7.000 bilar í tunlinum um samdøgrið.

Á midnátt verður tað kortini ikki eitt spæl at koyra ígjøgnum longur. Fyri persónbilar fer tað at kosta 75 krónur hvønn vegin við haldi, og 175 krónur uttan hald. Smáir vørubilar rinda 150 krónur við haldi og 250 krónur uttan hald meðan stórir vørubilar rinda 300 krónur við haldi og 400 krónur uttan hald. Stórir bussar rinda 1250 krónur við haldi og 1350 krónur uttan hald.

Hesir prísir eru úr Eysturoynni til Streymoynna ella umvent.

Tey, sum hava hald í Vága- og Norðoyatunlinum, nýta sama hald í Eysturoyartunlinum, og tí er ikki neyðugt at tekna serligt hald til Eysturoyartunnilin.

Avsláttarskipanir eru eisini gjørdar, so tey sum koyra ofta fáa tað bíligari. Fult prísyvirlit sæst á tunnil.fo her.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder