Uttanlands

Nú goysir norðan fyri Grindavík

Fjórða eldgos upp á trý ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-12-18 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í longri tíð hevur verið væntað, at tað fór at goysa á Reykjanesi í Íslandi.

Og um níggju tíðina í kvøld var ein jarðsjálvti á Reykjanesi, sum hevur ført til at groyti er farið at spræna úr undirgrundini nærhendis Hagafell.

Tað er her, at serfrøðingar hava væntað, at útbrotið fór at koma.

[object Object]Soleiðis sær út úr Njarðvík (Mynd: Visir.is)

Íslendskir miðlar skriva, at myndugleikarnir eru á veg við tyrlu at skráseta støddina og júst hvar útbrotið er.

Herfyri vóru allir íbúgvarnir í Grindavík fluttir burtur frá økinum. Eldgosið er ikki langt har frá.

[object Object]

Omanfyri ber til at fylgja við vevmyndunum hjá íslendska ríkisútvarpinum. Niðanfyri er vevmynd hjá Morgunblaðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder