So hendi tað, sum íslendingar leingi hava bíðað eftir.
Í kvøld byrjaði at goysa úr eini sprungu í Fagradalsfjalli, umleið 40 kilometrar frá Reykjavík.
Íslendingar hava bíðað eftir hesum gosinum í fleiri vikur. Nógvar ristingar á Reykjanesinum hava bent á, at gløðandi grýti úr undirgrundini hevur trongt seg upp móti jarðskorpuni, og nakað eftir klokkan 22 í kvøld fór so at koysa.
Hetta gosið er friðarligari enn tað, sum íslendingar upplivdu á Eyjafjallajøkuli í 2010, tá øska varð skotin upp í luftina. Hesaferð er talan um eitt gos, har grótbræðingin friðarliga floymir upp úr opunum í jarðarskorpuni, skilst.
Tí er støðan ikki so álvarslig hjá teimum, sum búgva nærmast við gosopið. Nærmasta bygd er Grindavík á suðurstrondini av Reykjanesi. Har búgva um 3.500 fólk.
(Rætting: Vit skrivaðu í gjárkvøldið, at flogvøllurin í Keflavík varð stongdur orsaka av hesum gosinum. Tað var ikki rætt)
The first image of the eruption. Taken from the Coast Guard helicopter. The southern end of the lava flow is about 2.6 km from Suðurstrandarvegur. According to initial information, the fissure is about 200 m long. pic.twitter.com/BBqe8WicyS
— Icelandic Meteorological Office - IMO (@Vedurstofan) March 19, 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald