Innanlands

Nú hava 1.273 fólk fingið triðja prikið

932 fólk vórðu koppsett fyri koronu um vikuskiftið, og av teimum fingu 730 triðja prikið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-01 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 78.828 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 39.719 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 37.836 fólk hava fingið ta seinnu, og 1.273 fólk hava fingið trý prik.

Í vikuskiftinum vórðu 932 fólk koppsett fyri koronu. 155 fólk fingu fyrra prikið, 47 fingu tað seinna, og 730 fólk fingu triðja prikið, upplýsir corona.fo.

Nú hava 74,2 prosent av fólkinum í Føroyum fingið fyrru koppsetingina, 70,7 prosent hava fingið seinnu koppsetingina, og 2,4 prosent hava fingið trý prik.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder