2021-10-15 11:36

Nú eru tilsamans 76.026 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 38.890 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 36.977 hava fingið seinnu koppsetingina, og 159 hava nú fingið trý prik.
Sambært hagtølum hjá corona.fo hava 72,7 prosent av fólkinum nú fingið fyrru koppsetingina, meðan 69,1 prosent hava fingið seinnu koppsetingina.
Mikudagin og hósdagin vórðu tilsamans 256 fólk koppsett fyri koronu. 115 fólk fingu fyrra prikið, 96 fingu tað seinna, og 45 fólk fingu triðja prikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald