2021-10-29 11:49

Nú eru tilsamans 77.824 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum.
39.503 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 37.773 hava fingið tað seinnu, og 548 fólk hava nú fingið trý prik.
Hetta svarar til, at 73,8 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, 70,6 prosent hava fingið ta seinnu, og beint omanfyri eitt prosent hava fingið trý prik.
Í gjár vórðu 330 fólk koppsett fyri koronu. 145 fólk fingu fyrra prikið, 100 fingu tað seinna, og 85 fólk fingu triðja prikið, skrivar corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald