Í juni 2023 kunngjørdi læknafelagið eina spurnarkanning um galdandi abortlóg í Føroyum, har 89% (106 læknar) søgdu, at kvinnan skal taka avgerðina, og at galdandi lóg eigur at verða broytt, so tað er upp til kvinnuna at avgera, um hon vil enda graviditetin innan ávíst tíðarmark.
Í apríl hava tveir læknar so tikið stig til eina udirskriftinnsavning millum føroyskar læknar, og um vikuskiftið varð boðað frá, at 44 læknar høvdu skrivað undir. Nú verður boðað frá, at talið er komið upp á 64.
– Undirritaðu læknar taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi. Atgongd til lógliga og trygga abort er heilsurøkt, og avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni.
Higartil hava 64 læknar skriva undir:
Gerda Ferjá Heldarskarð
Turið Jónleyg Rein
Andrea Vatnsdal
Rúni Haraldson
Bára Randrup Joensen
Turið Akraberg Poulsen
Ragnar Tausen
Stina av Kák Kollsker
Niclas Højgaard Eysturoy
Marin í Dali
Katrin Olsen
Katrina Clementsen
Amalia Danielsen
Turið Johannessen
Ronja Mikkelsen
Kristina Brekkstein
Bára Óladóttir á Dunga
Dagmar Johannesen
Henný Haraldsen
Sebastian Dahl Wærnskjold
Marnar Fríðheim Kristiansen
Mia Heinesen
Dorrit Bech Joensen
Eyðbjørg Gaard
Birita Debes
Rannveyg Friðriksdóttir
Jacobina Kristiansen
Lillian Danielsen
Sára Johannesen
Elin Holm
Guðrun Morrensen
Herborg Líggjasardóttir Johannesen
Ása Jacobsen
Guðrun Zachariasen
Jeaneth Løkjá
Fríða við Streym
Maria Winther Dalsgaard
Birna Skaalum Petersen
Anneke Højrup
Absalon Eysturoy
Rebekka Blak
Rúni Seloy
Turid Holm
Annika Olsen
Ragnfríð Kannuberg Tórolvsdóttir
Guðrun Holm Jacobsen
Billa Mouritsardóttir Foldbo
Malan Vitalis Joensen
Lív í Soylu
Elsa Splidt Jacobense
Jørgen Martin Meinhardsson
Fróði Vatnhamar Olsen
Bjørk K. Sofíudóttir
Katrin Rubek Nielsen
Tórhild Holm
Rannvá Kass Abrahamsen
Bartal Hestoy
Svanna Trygvadóttir
Rannvá Trygvadóttir
Ester Weihe Jacobsen
Barbara í Billustovu
Solfrid Jacobsen
Sára Rossetti
Konni Kass
Monika Biskopstø
Stigtakarar vóru Turið Jónleyg Rein, Lækni á Medicinska Depli, Landssjúkrahúsið, og Gerda Ferjá Heldarskarð, Lækni á deild fyri Gynækologi og Obstetrik, Hillerød.
Innsavningin er enn opin, og læknar, ið ynskja at skriva undir kunnu, venda sær til stigtakararnar, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald