Bretska stjórnin hevði sett sær fyri, at 15 mió. bretar skuldu havt fingið fyrstu koppsetingina áðrenn í dag, 15. februar, og hetta eydnaðist.
Í gjár varð boðað frá, at fleiri enn 15 mió. bretar høvdu fingið fyrru koppsetingina. Hetta svarar til ein góðan fjórðing av teimum 66 mió. sum búgva í Stórabretlandi, skrivar Ritzau.
Stórabretland er greitt tað evropeiska landið, sum hevur koppsett flest fólk. Bretar fóru eisini í holt við at koppseta góðar tríggjar vikur áðrenn londini í ES.
Tað landið í Evropa, sum hevur koppsett flest persónar aftaná Stórabretland er Týskland, sum hevði koppsett uml. fýra mió. fólk fríggjadagin. Tað svarar til 3,15 prosent av týska fólkinum.
Danmark hevur koppsett 3,96 prosent av fólkinum, uml. 230.000 persónar, og Føroyar hava koppsett 7,8 prosent av fólkinum (harav 2,3 prosent eru liðugt koppsett).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald