Uttanlands

Nú hava fleiri enn 16 milliónir fingið staðfest korona

16,2 mió. tilburðir og 648.000 andlát eru nú staðfest kring heimin – USA og Brasil eru framvegis harðast rakt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-26 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á smittutilburðum, sum eru skrásettir kring heimin, er nú farið uppum 16 mió.

Sambært uppgerð hjá Worldometers.info, eru 16,2 mió. tilburðir staðfestir í skrivandi stund.

Talið á andlátum nærkast eisini 650.000. Í løtuni eru fleiri enn 648.000 andlát skrásett.

USA og Brasil eru tey londini, sum hava skrásett hægsta talið á tilburðum og andlátum.

USA hevur skrásett 4,3 mió. tilburðir og 149.000 andlát, meðan Brasil hevur skrásett 2,3 mió. tilburðir og nærum 86.000 andlát.

Aftaná USA og Brasil er tað India, sum hevur skrásett flest tilburðir – 1,3 mió. Hesi trý londini eru eisini tey einastu, sum hava skrásett omanfyri eina mió. tilburðir.

Tá hugt verður eftir andlátum er tað tó Stórabretland, sum liggur aftanfyri Brasil. Stórabretland hevur skrásett 45.000 andlát.

Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru 9,9 mió. vorðin frísk aftur, og sostatt eru 5,6 mió. smittað í løtuni. 99 prosent av teimum, sum eru smittað í løtuni, hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder