Uttanlands

Nú hava fleiri enn 30 milliónir fingið staðfest koronasmittu

Talið á skrásettum andlátum nærkast milliónini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-18 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á skrásettum smittutilburðum í heiminum er nú farið uppum 30 mió., og talið á skrásettum andlátum nærkast milliónini.

Sambært uppgerð hjá Worldometers.info eru 30,4 mió. tilburðir og 951.000 andlát skrásett.

Tølini eru hægst í USA, India og Brasil.

USA hevur skrásett 6,8 mió. tilburðir og 200.000 andlát. India hevur skrásett 5,2 mió. tilburðir og 84.000 andlát, og Brasil hevur skrásett 4,4 mió. tilburðir og 135.000 andlát.

Sambært uppgerðini eru 22,1 mió. av teimum, ið hava fingið staðfest smittuna, staðfest frísk aftur. Sostatt eru 7,3 mió. fólk smittað í løtuni, og 99 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder