2021-11-11 12:05

81.961 koronukoppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 40.511 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 38.348 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 3.102 fólk hava fingið trý prik.
Sambært korona.fo svarar hetta til, at 90,6 prosent av føroyingum, ið eru 12 ár og eldri, eru koppsettir fyri koronu. 85,8 prosent hava fingið tvey prik, og 6,9 prosent hava fingið trý prik.
Fyrradagin vórðu 222 fólk koppsett. 50 fólk fingu fyrra prikið og 40 fingu tað seinna. 132 fólk fingu triðja prikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald