Stóra bingjuskipið Ever Given, sum í mars mánað sat fast í Suez-veitini í seks dagar, er nú aftur farið gjøgnum veitina fyri fyrstu ferð síðan hendingina í vár, upplýsa myndugleikarnir í Suez-veitini, SCA.
Skipið er ávegis til Stórabretland úr Kina, og í gjár sigldi tað gjøgnum Suez-veitina uttan trupulleikar. 26 onnur skip sigldu gjøgnum veitina sama veg sum Ever Given, meðan 36 onnur skip sigldu norðureftir gjøgnum veitina.
Ein bólkur av loðsum frá SCA og tveir sleipibátar fylgjdu Ever Given gjøgnum alla veitina, sum er 162 kilometrar lang, skrivar Ritzau.
Tá Ever Given sat fast í veitini í mars, hevði hetta stórar avleiðingar fyri globala handilin, av tí at bingjuskipið forðaði øðrum skipum í at sigla gjøgnum Suez-veitina, sum er ein av mest týðandi flutningsleiðunum í heiminum. Um 25.000 skip sigla á hvørjum ári gjøgnum veitina.
Tað gekk tó eitt sindur av tíð, frá Ever Given varð leyslatið, til tað slapp úr veitini. Orsøkin var ósemja um endurgjald millum eigarar hjá Ever Given og SCA. 7. juli slapp skipið úr veitini, eftir at semja varð funnin.
Ferðin hjá Ever Given í gjár var hin 22. hjá bingjuskipinum gjøgnum Suez-veitina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald