Innanlands

Nú hitar jarðhiti Ráðhúsið í Havn

Sambært Tórshavnar kommunu er metta elnýtslan við jarðhitanum 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50-75 prosentum – Jarðhitin á Ráðhúsinum varð tendraður mikudagin

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fær eina frágreiðing um, hvussu skipanin virkar (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fær eina frágreiðing um, hvussu skipanin virkar (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-04-01 17:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikumorgunin tendraðu umboð fyri Mariu Poulsen fyri jarðhitanum á Ráðhúsinum í Havn, og nú hitar ein jarðhitapumpa allan tann stóra bygningin og brúksvatnið.

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er metta elnýtslan við jarðhitanum 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50-75 prosentum.

Tað eru bara nakrir dagar síðan, at Spf. Bora vóru lidnir at bora tey trý 300 metra djúpu holini uttanfyri Ráðhúsið, og longu nú koyrir skipanin.

Elorka drívur hitapumpuna, sum framleiðir hita til hitaskipanina í bygninginum. Hitapumpan fær hita úr jørðini gjøgnum slangur, sum eru boraðar niður í jørðina, skrivar Tórshavnar kommuna.

Jarðhitin á Ráðhúsinum er partur av einum orkuátaki hjá kommununi, sum hevur til endamáls at leggja kommunalar bygningar um til grønar orkukeldur.

Maria Poulsen hevur staðið fyri arbeiðnum. Felagið er tað elsta av sínum slagi í landinum, upprunaligi stovnarin byrjaði virksemið longu í 1848. Í dag umboðar felagið m.a. hitaskipanir frá CTC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder