
Á tingfundi í morgun, gav løgtingið Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, heimild at stongja matstovur og skeinkistøð fyri at minka um smittuvandan við covid-19.
Triðja viðgerð av uppskotinum var fyri í dag, og 15 atkvøddu fyri, og 12 atkvøddu ímóti.
Øll í samgonguni umframt Kristin Michelsen atkvøddu fyri, meðan tinglimirnir hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn atkvøddu ímóti.
Funnist hevur verið at uppskotinum, tí tað ikki verður gjørt á rættan hátt. Í vinnunevndini varð víst á, at hetta átti at verið gjørt við við einari smittuverjulóggávu, og ikki í matstovulógini.
Eisini hevur løgfrøðiliga ráðgevingin í Tinganesi og í Løgtinginum víst á, at ásetingarnar áttu at verið gjørdar í epidemilógini, og settu spurnartekin við, um lógarheimilindin í praksis fær gildi.
Samtykta uppskotið gevur landsstýrismanninum møguleika við kunngerð at avmarka afturlatingartíðirnar, og hetta verður mett at vera eitt neyðugt amboð at hava um jólini, og á nýggjárinum.
Hetta er galdandi til 1. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald