Listafólkasamband Føroya, LISA, og Uttanríkis- og mentamálaráðið skrivaðu í gjár undir leigusáttmála um bygningar í Hoydølum. Lisa fær nú nýtslurætt til Gentukostdeildina umframt garasjuna og hjallin nærhendis.
Listafólkini flyta inn 1. august, boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá á heimasíðu síni.
Ætlanin var, at Lisa saman við Tjóðsavninum skuldu flyta inn í høvuðsbygningin í Hoydølum, men Landsverk hevur staðiliga mælt frá, at bygningurin verður tikin í nýtslu, soleiðis sum hann stendur í løtuni. Landsverk hevur kannað standin á høvuðsbygninginum, og næsta stigið er síðani at fyrireika umvælingarnar.
- Eg eri fegin um, at vit endiliga hava gjørt leigusáttmála við LISA um Gentukostdeildina í Hoydølum, og eg gleði meg til at síggja, hvussu mentanarlívið fer at trívast í Hoydølum komandi árini, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald