Bráðfeingis tørvurin á nýggjum vardum bústøðum og bústovnum er stórur. Sambært Almannaverkinum er tørvurin størstur í høvuðsstaðnum.
Almannamálaráðið setti seg í samband við kommununa, tí nú skuldi nýtt heim byggjast til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum skuldi fylgja bústaðarpolitikki landsins um, at vit skulu liva lið um lið - sama hvør aldurin ella tørvurin hjá borgarunum er.
Nýggja sambýlið verður bygt í Reynstúni. Heimið verður staðsett, har vegurin endar, og her fær byggingin sítt egna heimliga og trygga nærumhvørvi.
Út- og innkoyring verður frá Glyvursvegnum, og lokað verður fyri endan á vegnum í Reynstúni
Á býráðsfundi hóskvøldið varð samtykt at selja Almannamálaráðnum økið í Reynstúni til sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.
Pláss verður fyri 18 búfólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald