
Fram til 16. mars ber til at søkja um stuðul til viðarvøkstur.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur eina játtan á 550.000 krónur. Endamálið við hesari er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.
Til ber hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul, skrivar ráðið.
Umsóknir skulu sendast til Umhvørvis- og vinnumálaráðið antin umvegis vanligan post ella teldupost.
Reglugerðin fyri stuðulin sæst her. Serliga umsóknarblaðið, ið skal nýtast í sambandi við umsókn um stuðul, fæst á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald