2022-01-13 16:10

Nú ber aftur til at søkja stuðul til viðarvøkstur.
Tað skrivar Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum umsitur eina játtan á 800.000 krónur, hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.
Einstaklingar, virkir, feløg og kommunur kunnu søkja um stuðul, og freistin at søkja er 1. februar 2022.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald