
Tá ið Klaksvíkar Sjónvarpsfelag varð avtikið í 1987, varð peningaognin hjá felagnum sett í grunn, sum fekk navnið Klaksvíksgrunnurin, og hesin hevur til endamáls at stuðla vælgerandi tiltøkum í Klaksvík og Norðoyggjum innan mentan, upplýsing og annað.
Stuðul verður í størst møguligan mun latin tiltøkum, sum eru Klaksvík og Norðoyggjum til mennan og frama, tað verið seg mentunarlig, sosial, upplýsandi og onnur tiltøk.
Nú ber aftur til at søkja stuðul úr grunninum, og freistin at søkja er 10. mars.
Allar innkomnar umsóknir verða viðgjørdar á nevndarfundi fyri grunnin, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald