Mentan

Nú kemur endurgjaldið

Miðað verður eftir, at tey sum hava biðið um at fáa pengarnar fyri Voxbotn-atgongumerki endurgoldið, fáa pengarnar í seinasta lagi við endan av næstu viku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-14 23:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hevur tú biðið um at fingið pengarnar fyri Voxbotn 2020 atgongumerki endurrindað, so fært tú pengarnar í seinasta lagi við endanum av næstu viku.

Tað er í øllum førum tað, sum fyrireikararnir miða eftir, verður sagt í fráboðan í kvøld.

Freistin at lata skriv um endurgjald fyri Voxbotn var 7. september, og nú er fólk sett av at gjøgnumganga og gera bankaflytingar.

Fyriskipararnir takka eisini teimum, ið halda fast við síni atgongumerki til útsetta konsertdagin, sum verður 10. apríl 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder