
Ein hugnalig løta skuldi verða í Runavík fyri viku síðani, leygardagin 11. desember , tá jólaskipið við jólamonnum og øllum, sum har til hoyrir, skuldi leggja at.
Hon varð útsett, og ístaðin leggur jólaskipið at bryggju við bátahylin í Runavík klokkan 15 í dag.
Tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
- Í ár fara vit saman við jólamonnunum niðan til jólaøkið við gomlu smiðju, beint við rundkoyringina. Siðvenja hevur verið, at jólamenninir syngja nakrar sangir saman við børnum, og soleiðis verður eisini í ár.
Nes Sóknar Musikkfelag kemur aftur í ár at seta ein hátíðarligan dám á løtuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald