Innanlands

Nú kemur neyðtøkutilbúgvingin

Heilsumálaráðið innkallar til tíðindafund týsmorgunin – Á tíðindafundinum verður Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, umframt ein sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri leiðsluna á sjúkrahúsinum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-28 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumálaráðið innkallar nú til tíðindafund í morgin um ætlaðu neyðøkutilbúgvingina.

Tíðindafundurin verður í Heilsumálaráðnum klokkan níggju í morginárini.

Á tíðindafundinum verður Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, umframt ein sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri leiðsluna á sjúkrahúsinum, verður upplýst.

Í farnu viku boðaði landsstýrismaðurin í heilsumálum frá í dagføring á Facebook, at ein neyðtøkutilbúgving fór at verða sett í verk í morgin, 1. mars.

Hetta inniber m.a., sambært landsstýrismanninum, at ein kann ringja beinleiðis til eina neyðtøkutilbúgvingartelefon á Landssjúkrahúsinum uttan at seta seg í sambandi við løgregluna fyrst, og at ein kann leita sær upplýsandi tilfar á nýggjari heimasíðu, sum skal gera tað lættari at fáa kunning og hjálp. Eisini verður starvsfólk knýtt at skaðastovuni, sum hevur fingið undirvísing í neyðtøkumóttøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder