2021-03-07 23:00

Norrøna sigldi í kvøld famvið Hetlandi, og nærkast nú av álvara Føroyum.
Eftir at hava verið í dokk síðani 19. desember, og verið umvæld fyri góðar 100 milliónir, varð kósin í gjár sett móti Føroyum aftur.
Nógvar ábøtur eru gjørdar umborð, og millum anna ðer talið av kabinum økt við áleið 50 dupult kømurum, og eisini er nýggj cafe gjørd á dekk 10.
Ymiskt annað er eisini gjørt. Millum annað snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðandi at sleppa av.
Norrøna er bygd í 2003, er 151 metrar til longdar og breiddin er 30 metrar.
Flaggskipið í føroyska flotanum verður á Havnini í morgin árini. Sambært ferðaskránni loysir Norrøna aftur klokkan 14 og fer til Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald