Í morgin verður tíðindafundur í Tinganesi, og tá fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, at siga frá nógv umrødda uppskotinum gongd í haga, og sum nú er blivið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu.
Arbeitt hevur verið við málinum í fleiri ár, og fleiri landsstýrismenn hava gjørt eina roynd. Nú fer málið so út til hoyringar, og Høgni Hoydal væntar at uppskotið fær góða undirtøku.
- Hoyringspartarnir sum vit hava havt, fevna breitt, so øll vera ikki fullnøgd, men eg vóni, at tað verður ein loysn, sum kann fáa undirtøku frá bæði teimum sum starvast í ferðavinnuni og teimum, sum liva kring landið, segði Høgni Hoydal í tinginum í dag.
Tíðindafundurin verður í fyrrapartin klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald