
Fyrr í ár skuldi ein ‘fleirársavtala’ verðið gjørd, sum ásetir yvirskipaða fíggjarkarmin hjá politinum í Ríkisfelagsskapinum fyri komandi fýra árini. Vegna serligu koronuumstøðurnar varð tó ikki komið á mál við samráðingunum fyrr enn í gjárkvøldið, tá seinastu pennastrokini vórðu sett undir eina politiavtalu fyri komandi fýra árini.
Avtalan ásetir eisini partvíst hvørji átøk og ábøtur verða gjørdar fyri føroysku løgregluna, og tí hava Sjúrður Skaale og Edmund Joensen verið í tøttum samskifti við myndugleikarnar og landsstýrið í Føroyum, um hvørjar ábøtur eru neyðugar hjá løgregluni. Føroysku fólkatingsliminir hava síðani samráðst við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, um at finna loysnir, boða Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á Fólkatingið frá.
Millum átøkini í avtaluni er, at føroyska løgreglan fær betri umstøður til skipaðar skjótivenjingar, umframt at tað verður raðfest at økja um og styrkja arbeiðsorkuna hjá løgregluni í Føroyum.
- Vit eru sera fegnir um, at skjótiviðurskiftini koma í rætt lag, tí tað var eitt mál, sum løgreglan raðfesti ovarliga, siga Sjúrður Skaale og Edmund Joensen.
- Somuleiðis hava samráðingarnar sett gongd í eitt størri arbeiði at nútímansgera KT-skipanina hjá løgregluni, sum stjórnin hevur góðar vónir um at koma á mál við í hesum avtaluskeiðinum, og vit fara fylgja væl við tí arbeiðinum, leggja fólkatingslimirnir afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald