Fleiri enn 750 minkar við donskum uppruna koma leygardagin til ein minkafarm í Norðurjútlandi, skrivar Danmarks Radio.
Hetta er fyrstu ferð síðani november 2020, at aling av minkum er í Danmark. Tá gav danska stjórnin boð um at minkarnir í landinum skuldu takast av, tí eitt nýtt frábrigdi av koronu varð staðfest millum teir.
Um eina til tvær vikur koma 1200 minkar afturat úr Spania.
Minkarnir eru í sóttarhaldi í 14 dagar aftaná teir eru komnir til landið, og verða kannaðir fyri koronu.
Tað var um ársskiftið, at tað gjørdist loyvt aftur at ala mink í Danmark.
Statens Serum Institut metir, at minkaalaing er ein avmarkaður vandi fyri fólkaheilsuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald