Setið ein kross í álmanakkan hóskvøldið 26. september.
Tá sendir sjónvarpið fyrsta dokumentarin í heyst. Dokumentarurin eitur "Bass Elvis og Jesus á Mallorka" og snýr seg um leirvíkingin Jóannes Joensen, sum stríðist við at fáa sangkarrieruna aftur á beint.
Hetta er samstundis startskotið til eina røð av dokumentarum og sendingum, sum verða sendar hvørt hóskvøld í vetur.
Eitt sjónvarpslið hevur fylgt listakvinnuni Hansinu Iversen, sum fyrireikar seg til eina framsýning í Keypmannahavn
Sjónvarpstoymið hevur í summar spílað seg út at gera fleiri upptøkur, sum nú verða kliptar til sendingar og dokumentarar. Tað mesta er framvegis í gerð, men nú byrjar at líkjast so mikið, at til ber at avdúka, hvat sendingarnar snúgva seg um.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/09/13/890x590/1726242407kwgxviltp7.webp)
Fleiri portrett-dokumentarar í gerð
Fleiri dokumentarar eru persónslýsingar. Umframt Jóannes Joensen hevur sjónvarpstoymið fylgt listakvinnuni Hansinu Iversen, sum fyrireikar seg til eina framsýning í Keypmannahavn.
Pál Weihe verður eisini lýstur í einum dokumentari, har eitt filmslið hevur fylgt gerandisdegnum hjá litfagra manninum.
Á jólum er ætlanin at senda eina styttri dokumentarrøð um rithøvundin Heðin Brú.
Harumframt hevur eitt filmslið fylgt unga rennaranum Jónasi Isaksen, sum herfyri royndi seg í HM í Peru.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/09/13/890x590/1726242409nf0kha9kb4.webp)
Exit Føroyar 2.0
Kringvarp Føroya hevur sett sær sum mál at í størri mun seta dagsskránna við evnum, sum hava samfelagsligan týdning. Í hesum føri hava hóskvøldsdokmentararnir ein leiklut.
Eitt evni, sum sjónvarpstoymið hevur lagt nógva orku í, er avbjóðingarnar við mongu útisetunum, sum ikki koma heim aftur. Seinni í heyst senda vit eina dokumentarrøð í tveimum pørtum, sum viðger hesar avbjóðingar.
Í tí lættara endanum er ein urtagarðssendirøð, sum er tikin upp í summar og væntandi verður send á vári.
Ein onnur sendirøð, sum verður send týskvøld í oktober, eitur "Hvør býr her?". Tað er húsameklarin Jákup Andrias Hansen, sum vitjar hús við einum kendum gesti, sum skal gita, hvør eigur húsini.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/09/13/890x590/1726242411pmcv4hxp9s.webp)
Gamlir kenningar koma aftur
Nakrar av sendirøðunum, sum hava verið gjørdar seinasta árið, koma aftur í sama hami, men við nýggjum innihaldi.
Tróndur Olsen og fuglakennarin Silas Olofsson fara aftur á ferð at leita eftir fuglum. Ætlanin er at gera nakrar nýggjar partar av "Sært tú fuglin".
Fólksins rødd, sum varð dustað fram aftur í vár eftir fleiri ár í dvala, verður eisini aftur í heyst við nýggjum røddum.
Rannvá Fossaberg hevur í summar vitjað fleiri nýggj og spennandi heim, sum verða víst í sendirøðini "Heim, kæra Heim".
Nýggir partar av burðardyggu matsendingini "Mett fyri minni" eru eisini í gerð.
Og sjálvandi fara matglaðu Kári Sólstein og Tróndur Vatnhamar eisini í køkin at gera "Foytar greyðir".
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/09/13/890x590/1726242404zthdjzskqk.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald