Innanlands

Nú kostar tað eisini klipp at tosa í telefon

Seks fólk í norðurøkinum støðgaði fyri at halda í telefonini, meðan tey koyrdu.

Løgreglan gjørdi málrættað ferðsluátak í norðurøkinum

Løgreglan gjørdi málrættað ferðsluátak í norðurøkinum

2024-06-18 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdi løgreglan málrættað ferðsluátøk í Norðurøkinum.

Eitt nýtt í ferðslulógini er, at um "tosar í handhildnari telefon" - tað vil siga heldur í telefonini, meðan ein koyrur, so gevur tað bót og klipp.

Áður hevur tað bert kostað eina bót. Bótin er eisini hækkað við 500 krónum: Upp í 1.000 krónur

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at seks mál um hetta vórðu uppskrivaði í gjár. Harvið var tað dýrt at nýta telefonina í teimum løtunum hjá bilførarunum.

Ein bilførari í økinum fekk eisini bót og klipp, tí eitt barn hjá viðkomandi ikki sat í barnastóli. Tað var so mikið lítið, at tað skuldi tað gjørt, sambært ferðslulógini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder