Uttanlands

Nú kunnu eldri borgarar í Ísrael fáa fjórða prikið

Ísraelska heilsumálaráðið hevur í vikuni endaliga góðkent at geva eitt fjórða prik fyri koronu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-02 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Ísrael, kunnu eldri borgarar, sum búgva á røktarheimi, nú fáa eitt fjórða prik fyri koronu, upplýsir landsins heilsumálaráðharri, Nitzan Horowitz.

Tað var í farnu viku, at ein serfrøðinganevnd hjá ísraelska heilsumálaráðnum mælti til, at allir borgarar yvir 60 ára aldur skuldu fáa tilboð um eitt fjórða prik. Grundgevingin var m.a., at mann stúrdi fyri nýggja omikron-frábrigdinum, sum spjaðir seg skjótt.

Naftali Bennett, forsætisráðharri í Ísrael segði seg fegnast um hetta tilmælið, og hósdagin varð fjórða prikið endaliga góðkent av ísraelska heilsumálaráðnum.

Áðrenn endaliga góðkenningin var komin í lag, var eitt sjúkrahús í Tel Aviv tó longu byrjað uppá nakrar royndir, har 150 starvsfólk fingu fjórða prikið. Hetta var fyri at fáa staðfest, um tað gav meining at bjóða borgarum eitt fjórða prik – tað seinna av sonevndu booster-prikunum.

Fyrstu úrslitini frá hesum royndum væntast at vera klár innan tvær vikur, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder