Innanlands

Nú kunnu fólk millum 80 og 84 ár eisini bíleggja tíð til koppseting

Síðan nýggja bíleggingarksipanin gjørdist tøk, hava útvið 250 fólk eldri enn 84 ár bílagt sær tíð til koppseting – Áleið 500 tøkir skamtar av koppingarevni eru eftir í Føroyum í løtuni, sigur Sjúkrahúsverkið

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-03-26 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð nýggja bíleggingarskipanin hjá Sjúkrahúsverkinum tikin í nýtslu, og møguligt var hjá fólki, sum vóru 85 ár og eldri at bíleggja sær tíð til koppseting.

Nú kunnu eisini tey, sum eru millum 80 og 84 ár bíleggja sær tíð, boðar Sjúkrahúsverkið frá.

Í tíðindaskrivi sigur Sjúkrahúsverkið, at bíleggingarskipanin á corona.fo hevur riggað væl fyrsta samdøgrið, og at útvið 250 fólk eldri enn 84 ár longu hava bílagt sær eina tíð til koppseting. Í flestu førum eru tað avvarðandi, ið hava hjálpt við bíleggingini.

Tað eru áleið 500 tøkir skamtar av koppingarevni eftir í Føroyum í løtuni, og tí metir Sjúkrahúsverkið tað vera rætt at bjóða næsta bólki í koppsetingarætlanini koppseting – fólk, sum eru á millum 80 og 84 ár.

Koppsetingarnar verða framdar á teimum trimum sjúkrahúsunum fram til páskir.

Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja:

Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.

  • Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.
  • Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.
  • Um tit framvegis hava avbjóðingar við at bíleggja tíð, ber til at fáa hjálp við at ringja á 30 45 45

Tá ið bílagt verður, skal mann fyrst velja koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Sjúkarhúsverkið hevur gjørt ein vegleiðandi film, sum kann hjálpa fólki við bíleggingini. Filmurin liggur á síðuni, har bíleggingin fer fram. Trýst her fyri at síggja filmin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder