Innanlands

Nú kunnu foreldur skriva børn inn í forskúla í Eysturskúlanum

Nú kemur enn ein forskúli í Tórshavnar kommunu – Pláss verður fyri 48 børnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-05 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið 27. januar samtykti Tórshavnar býráð ætlanina um at seta á stovn ein forskúla í Eysturskulanum, og Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina. Sostatt kemur ein forskúli afturat í kommununi.

Foreldur kunnu longu nú skriva síni børn inn umvegis heimasíðuna hjá kommununi, og innskrivingarfreistin er 1. mars.

Forskúlin í Eysturskúlanum verður tví-sporaður, soleiðis at pláss verður fyri 48 børnum. Børnini eru í forskúla í fýra undirvísingartímar um dagin, og eftir skúlatíð eru tey í frítíðarskúlanum, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder