
Í dag er norðurlendska Gjensidige Forsikring farið undir at bjóða føroysku viðskiftafólkum sínum Samleikan sum innritan til talgildu tænasturnar hjá tryggingarfelagnum. Stóra tryggingarfelagið, sum fyrr æt Mølholm Forsikring, hevur eini 3.000 føroysk viðskiftafólk, og hesi fáa nú talgilda atgongd til sína heilsutrygging hjá tryggingarfelagnum við Samleikanum. Hesum boðar Talgildu Føroyar frá í dag.
Tað er sera umráðandi, at vit hava eina trygga og álítandi atgongd til okkara persónligu viðurskifti. Samleikin kann nú brúkast sum innritan hjá sjey ymiskum tænastuveitarum, og fleiri fara at leggjast afturat komandi tíðina. Gjensidige Forsikring er fyrsti útlendski tænastuveitarin, sum brúkar Samleikan sum innritan, skrivar talgildu Føroyar í tíðindaskrivi.
– Í Talgildu Føroyum fegnast vit um, at Samleikin nú kann brúkast uttanlands. Eitt av høvuðsendamálunum hevur frá byrjan verið, at Samleikin skal veita føroyingum eina trygga og einfalda skipan, sum gevur atgongd til talgildar tænastur í Føroyum og uttanlands.
Gott 17.000 føroyingar hava longu skrásett sín Samleika. Samleikin fæst sum app til telefon og teldil ella sum geymi til teldu. Neyðugt er at bíleggja Samleikan, áðrenn ein kann brúka hann. Meira um hetta kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald