Sum ein liður í at menna lýsingarpartin á netmiðlinum hjá Local.fo, so hava Vevlýsingar og Local.fo gjørt samstarvsavtalu, ið inniber at Local.fo framyvir verður at finna í yvirlitinum yvir lýsingarmøguleikar hjá Vevlýsingar.
"Vit eru takksamir fyri at sleppa uppí part hjá Vevlýsingar. Avtalan merkir í stuttum, at tað er vorið lættari hjá føroyskum aktørum at fáa boðskapin út til tilflytarar í Føroyum og útlendingar við áhuga fyri Føroyum, tá marknaðarátøk verða samskipaði", sigur Torleif Joensen, stjóri á Local.fo.
Vevlýsingar er lýsingarpallur, ið røkkur flest føroyingum, tá talan er um marknaðarátøk. Umframt Local.fo, so eru millum annað væl vitjaðu netmiðlarnir Portal.fo, Dagur.fo, Dimmalætting og jn.fo eisini við í skipanini. Nýggjasta tænastan á skipanini eru lýsingaveggir, sum eru settir upp kring landið.
"Ferðavinnan er í blóma og tilflytingin til Føroya er økt sera nógv seinastu árini. Nýggja avtalan gevur okkara kundum møguleika at fáa boðskapin út til hesar málbólkar," sigur Niklái Nysted, stjóri á Knassum sum rekur Vevlýsingar.
Vaksandi áhugin fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum sæst aftur í vitjunartølunum, sum vístu 220.000 vitjandi seinasta ár, men longu í ár eru farin uppum 280.000 vitjandi - hóast tað eru fýra mánaðir eftir av árinum. Eisini blaðútgávan er farin úr einari útgávu seinastu ár upp í tríggjar útgávur í ár.
Vevlýsingar er at finná www.vevlysingar.fo og netmiðilin hjá Local.fo er at finna á www.local.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald