Higartil var Savdiarabia einasta landið í heiminum, har kvinnur ikki sluppu at koyra bil, men í fjør varð avgjørt, at forboðið skuldi strikast, og frá í dag av er forboðið ikki galdandi longur.
Savdiarabiskar kvinnur hava áður fingið sær koyrikort í øðrum londum, men ikki fyrr enn nú sleppa tey at koyra í heimlandinum eisini.
"Eg møti løgregluni á vegnum til arbeiðis, men eg var ikki bangin fyri at verða steðgað. Eg havi koyrikort nú og koyri lógliga í Savdiarabia. Eg steðgi á vegnum fyri at fáa mær kaffi frá einum drive-through, og eg eri fyrsti kvinnuligi bilførarin, sum baristain hevur avgreitt," sigur Roa Altaweili, ljósmóðir, við BBC.
"Enn er langt eftir á mál, men tað kennst styrkjandi at sløkkja motorin og fara inn á sjúkrahúsið. Í dag er ein søguligur dagur, og tað kennst sum eitt lyfti um fleiri søguligar dagar fyri kvinnur í Savdiarabia," sigur hon.
Savdiarabia verður stýrt eftir sharia-lógini, og í nógv ár eru politikarar komnir við ymiskum frágreiðingum um, hví tað ikki skuldi verða loyvt hjá kvinnum at koyra bil, eitt nú skuldu rystingarnar frá bilinum skaða eggjastokkarnar hjá kvinnunum.
Forboðið hevur verið nógv mótmælt bæði í Savdiarabia og aðra staðni í heiminum, og fleiri kvinnur vórðu eisini handtiknar fyri at fara ímóti forboðnum.
Hóast forboðið ikki er galdandi longur, skal ein kvinna enn hava loyvi frá einum mannligum verja, áðrenn hon kann fáa sær koyrikort.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald