Innanlands

Nú kunnu øll 45 ár og eldri bóka tíð til koronukoppseting

6.500 skamtir av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech komu til landið í gjár, og koppsetingin er tikin uppaftur á sjúkrahúsunum

Nýggj sending við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í aðru viku (Mynd: Sverri Egholm)

Nýggj sending við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í aðru viku (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-06 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kom ein sending við 6.500 skamtum av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech til Føroyar, og harvið er koppsetingin tikin uppaftur á teimum trimum sjúkrahúsinum.

Sjúkrahúsverkið boðar frá, at hildið verður fram við koppsetingini, til koppingarevni er uppi, og at nýggj sending við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í aðru viku.

Nú er eisini greitt, at øll, sum eru 45 ár og eldri, nú eru vælkomin at bóka sær tíð til koppseting á corona.fo. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder