2021-08-09 13:12

Nú ber til at koma við uppskoti til, hvør skal fáa heiðurin at verða Ársins Íverkseti 2021.
Fram til mánadagin 6. september kunnu øll koma við tilnevningum.
Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi, skrivar Íverkserarahúsið í tíðindaskrivi.
Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]. Síðani tekur ein dómsnevnd endaliga avgerðina, og heiðurslønin til Ársins íverkseta verður latin á Ársins íverksetaradegi fríggjadagin 10. september.
Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Lýst verður við skránni seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald