Innanlands

Nú kunnu útisetar og útlendingar koppsetast í Føroyum

Talan er um fólk, sum uppihalda sær í Føroyum í minsta lagi 30 dagar. Hesi kunnu fáa fyrru koppseting, tá ið tey hava verið í Føroyum í 14 dagar, skrivar corona.fo

(Savnmynd: Sverri Egholm)

(Savnmynd: Sverri Egholm)

2021-05-14 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag hevur tíðindafundur um koronu verið. Har varð millum annað boðað frá, at nógvir skamtir av koppseting eru ávegis, at tey ungu sleppa skjótari framat. 

Les eisini: Tey ungu sleppa skjótari framat til koppseting

Nú boða heilsumyndugleikarnir frá, at koppsetingarkunngerðin er broytt soleiðis, at persónar, sum eru í Føroyum í longri tíðarskeið, eisini kunnu koppsetast í Føroyum.

Heimasíðan corona.fo skrivar, at talan er um útisetar og útlendingar, sum uppihalda sær í Føroyum í minsta lagi 30 dagar. Hesi kunnu fáa fyrru koppseting, tá ið tey hava verið í Føroyum í 14 dagar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder