2022-04-01 14:00
24. mars lat russiski keypskálin uppaftur fyri lokalar íleggjarar, og í dag er hann aftur opin fyri útlendskum íleggjarum – fyri fyrstu ferð í fleiri vikur.
Fyrrapartin vaks Moex-indeksið á russiska keypskálanum eisini 3,9 prosent. Moex er eitt indeks við 50 partabrøvum og leiðandi indeksið í Russlandi. Av hesum 50 lækkaði virðið á trimum partabrøvum í dag.
Sambært Ritzau vaks flogfelagið Aeroflot við 3,4 prosent, meðan orkufeløguni Gazprom og Rosneft høvdu ein vøkstur á ávikavíst 4,8 og 4,5 prosent.
Moex er í dag uml. tíggju prosent lægri, enn áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald