placeholder

Nú lata mørkini upp

Øll ferðandi um Vága Floghavn skulu bera andlitsmasku. Tær kunnu keypast á flogvøllinum ella á eitt nú apotekinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-14 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá í morgin lata landamørkini upp aftur, og fólk úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi kunnu koma til Føroya.

Tað krevur tó, at tey kunnu vísa á eina negativa koronakanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar. Á flogvøllinum og við bryggju í Havn verður tó møguligt at útvega sær eina covid-19 kanning. Av somu orsøk vera ferðandi biðin um at fara í sóttarhald meðan tey bíða eftir svari upp á kanningina, og hetta kann taka millum eitt og tvey samdøgur.

Fólk búsitandi í Føroyum sleppa undan at vísa á eitt negativt kanningarúrslit, tá ið tey ferðast aftur til Føroyar. Tey skulu hinvegin vísa eina váttan um bústað í Føroyum. Til ber bæði at brúka sína returbillett ella eina bústaðarváttan frá Umhvørvisstovuni sum skjalprógv.

Vága Floghavn boðaði fríggjadagin á heimasíðuni frá, at øll ferðandi skulu bera andlitsmasku meðan tey eru inni í farstøðini, eins og Atlantsflog longu hevur boðað frá, at frá í morgin at roknað skulu øll ferðandi hava masku.

Hetta er nakað ein skal útvega sær sjálvur, og tað kann keypast við kunningardiskin í fráfaringarhøllini ella á eitt nú apotekinum. Talan skal vera um góðkendar andlitsmaskur, sum verja bæði nøs og munn.

Trý flogfør koma til Føroya í morgin. Tvey úr Keypmannahavn og eitt úr Keflavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder