Innanlands

Nú lenda flogfør aftur í Vágum - polska liðið farið úr Poznan

Hóast rættiliga tjúkt er í Vágum, er flúgvandi í morgun.

(Skíggjamynd: fae.fo)

(Skíggjamynd: fae.fo)

2026-08-13 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast myndirnar av flogvøllinum í Vágum síggja heldur myrkar og mjørkatungar út, so er gongd á flogferðsluni í morgun.

Higartil eru trý flogfør lend í Vága Floghavn, tvey flogfør hjá Atlantsflog, sum ikki komu í gjár og eisini farmaflogfarið hjá Faroe Cargo.

Nógv bíða spent eftir hvussu tað er við leiguflogfarinum við fótbóltsliðnum hjá polska felagnum Lech Poznan. Sambært Flightradar lætti flogfarið hjá maltesiska felagnum Comlux, eitt Boeing 737, av flogvøllinum í Poznan klokkan 8.12 okkara tíð, og er væntandi í Vágum um 10.30-tíðina.

So tað røkist fyri, at tað verður Europa Cup dystur á Tórsvølli í kvøld.

Altjóða hondbóltsdystir eru eisini á skránni í kvøld. Øll útlendsku liðini í hondbóltskappingini Wenzel Nordic Cup væntast at koma í dag eisini. Talan er um íslendska liðið Valur við strandingunum Allan Norðberg og Bjarna í Selvindi á liðnum, týska liðið THW Kiel við Elias á Skipagøtu í hópinum, og danska felagið hjá Óla Mittún, GOG.

Fyrsta flogfarið, sum skuldi úr Føroyum, er longu farið. Tað er flogfarið til Barcelona, sum skuldi verið farið í gjár.

Fylg flogferðsluni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder