Innanlands

Nú letur gistingarhúsið á Mølini upp

Sunnudagin verður møguligt hjá almenninginum at síggja nýggja gistingarhúsið í Sandoynni

(Mynd: Mølin)

(Mynd: Mølin)

2021-06-17 06:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verður latið upp fyri bókingum á Mølini í Skálavík. Í januar 2020 var byrjað at grava og planera, og nú stendur ein lon við tíggju kømrum klár. So at siga.

- Vit hava stríðst í fleiri mánaðir. Í dag verður túnið stoypt og í morgin taka vit av okkum seinastu snøklunum, so sum at vaska, heinga gardinur upp og so framvegis, sigur Martin Karl Olsen.

Hann hevur saman við konuni, Biritu Dalsgaard Olsen síðani 2018 rikið caféina á Mølini, og nú verður virksemið víðkað við eisini at umfata gisting.

Bókingarnar byrja spakuliga at koma inn, men vit hava ikki verið frammi so nógv við hesum enn, so vit vænta, at fleiri fara at koma nú, sigur Martin Karl Olsen. Hann greiðir frá, at tey higartil hava eini 10-20 bókingar til í summar.

- Vit eru øgiliga spent og vónrík um at tað skal eydnast. Og í øllum førum vóna vit, at tað fer at eydnast at fáa føroyingar at koma suður til Skálavíkar í summar.

Tey hava skrásett seg á altjóða bókingarsíðuni booking.com umframt, at tað eisini ber til at bíleggja umvegis heimasíðuna hjá Mølini.

Tey tíggju kømrini eru umleið 22 fermetrar til støddar, og hava egið baðirúm og gott útsýni, verður sagt.

Sunnudagin millum klokkan 14 og 17 verður møguleiki at hyggja inn á gólvið á Mølini og síggja nýggju gistingarmøguleikarnir í oynni. Kaffi og køkur verða eisini at fáa.

Í apríl skrivaði Blaðið Vikuskifti eina longri grein um nýggja gistingarhúsið. Les ta greinina ókeypis her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder