Innanlands

Nú nærkast freistin at søkja um umhvørvisstuðul

Í 2020 verða umsóknir til frama fyri “Lívfrøðiligum margfeldi” raðfestar framum aðrar umsóknir, sigur Tórshavnar kommuna. Freistin at søkja er 15. mars

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-02-05 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast freistin at søkja um umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu.

Kommunan veitir á hvørjum ári 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi, og umsóknarfreistin hesuferð er 15. mars.

Í 2020 verða umsóknir til frama fyri “Lívfrøðiligum margfeldi” raðfestar framum aðrar umsóknir, sigur kommunan.

Evnið fatar um alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar. Kommunan hevur heimsmálini nr.14 og 15 í huga.

Mál 14: Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Mál 15: Verja, endurbøta og virka fyri at jarðvistskipanir verða nýttar burðardygt, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan og steðga og venda landtýningum og steðga lívmargfeldismissi.

Fyri at fáa stuðul, skal umsøkjarin búgva í Tórshavnar kommunu ella arbeiða við eini verkætlan, sum gagnar umhvørvinum í kommununi.

Tað mesta, ein verkætlan kann fáa í stuðli, er helmingurin av stuðulsupphæddini, sum er 250.000 krónur, og til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstaklingum at søkja um stuðul. Meira um mannagongdina kann lesast her.

Stuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni í viku 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder